Í hesum tíðum við teldum, appum og skjótt við sjálvkoyrandi bilum er kanska eitt sindur trupult at siga, hvat Auto er sett í verðina at gera.
Men sjálvandi fylgir Auto eisini við samskiftistíðini. So tú kanst eisini nýta okkara app (Apple eins og Android), bæði til at bíleggja styttri og longri túrar. Tú skal verða vælkomin at fara á netið og ogna tær okkara ókeypis app.
Tú kann sjálvsagt eisini bíleggja okkara vælumtóktu tænastu til og frá flogvøllinum í Vágum. Vit heinta teg og títt viðføri heima ella á flogvøllinum. Sig okkum bara frá innan 3 tímar áðrenn fráferð, so ordna vit restina.
Jú, vit skulu framhaldandi gera tað, sum vit altíð hava gjørt. At koyra fólk trygt og gott frá einum staði til annað. Tað hevur Auto síðani stovnanina í 1952 verið kent fyri. Teir fyrstu bilførararnir vóru kendir fyri at veita eina sera, sera góða tænastu til síni viðskiftafólk. Eitt var at tú skuldi koyrast sjálvur, men tá tað ikki lá fyri hjá tær sjálvum at fara eitt týðandi ørindi, so kundi tú óttaleysir lata ein av bilførarunum hjá Auto gera tað fyri teg.
This version of Auto Taxi Android App comes with one universal variant which will work on all the Android devices.
If you are looking to download other versions of Auto Taxi Android App, We have 3 versions in our database. Please select one of them below to download.